22-08-2020 |

Venjingarnar útsettar eina viku

Vónandi byrja venjingarnar í viku 36.

Góðu børn og vaksin
Eftir at seinasta kappingarár endaði so brátt, hava vit glett okkum enn meira at sæð tykkum øll aftur hetta komandi kappingarár💚 Ætlanin var at barnavenjingarnar skuldu byrja í komandi viku, men tað er umráðandi fyri okkum, at hædd verður tikið fyri støðuni viðv. koronu, og at øll tilmælir verða fylgd. Vit hava tí ráðført okkum við Pál Weihe, yvirlækna, sum mælir til, at vit útseta byrjanina av venjingunum í eina viku. Tvs. at vit vónandi kunnu byrja at venja í viku 36. Vit fylgja støðuni tætt og senda nýggja kunning út í komandi viku😊

Aftur