26-08-2020 |

Dia verður ungdómsmennari í Kyndli

Í Kyndli hava vit í fleiri ár ynskt okkum ein ungdómsmennara, sum kann vera ein hugskotsgevi og virka sum eitt slag av vegleiðara fyri okkara barna- og ungdómsvenjarar.

Til tíðir kann tað kennast einsamalt at vera venjari við øllum ábyrgdunum, og tí er gott at hava ein mennara, sum kann halda venjarunum til. Hetta verður ein av uppgávunum hjá Dia, sum fer at stuðla og geva íblástur til ymiskar venjingar, men fer samstundis at verða bindilið ímillum ymsu aldursbólkarnar.

Dia hevur drúgvar hondbóltsroyndir, og í mong ár hevur hann verið venjari hjá børnum, ungum og vaksnum. Dia dugir væl at skipa góðar, stuttligar og kveikjandi venjingar, og saman við okkara dugnaligu venjarum, fær hann nú ábyrgdina at menna ungu spælarar felagsins.

Høvuðsábyrgdin hjá ungdómsmennaranum verður at tryggja, at grøni tráðurin verður settur í verk, og fer ungdómsmennarin saman við venjarunum at virka fyri, at børnini og tey ungu mennast sum spælarar.

Í Kyndli eru vit ógvuliga fegin um samstarvið, vit hava fingið í lag við nýggja ungdómsmennaran.

Nevndin í Kyndli

Aftur