23-04-2021 |

GEIR WARDUM VERÐUR HJÁLPARVENJARI HJÁ KYNDILSKVINNUM


Geir Wardum verður hjálparvenjari hjá Kyndilskvinnum komandi kappingarár

Nevndin fegnast um at hava fingið Geir í venjaratoymi afturat Dragan.

Geir er eitt kent andlit í Kyndli, og í føroyskum hondbólti sum heild, sum leikari og venjari.

Umframt hjálparvenjarastarvi heldur Geir fram sum venjari hjá gentuliðnum, sum hettar kappingarárið vann greipuna, bæði í A- og B bólkinum, og sum komandi kappingarár eru G16.

Vit ynskja Geir og kvinnunum bestu eydnu – Framtíðin er grøn!

Aftur