28-04-2021 |

HANS Á LAG MÁLMANSVENJARI HJÁ KYNDLI


Hans á Lag verður komandi kappingarár málmansvenjari hjá bestu mans- og kvinnuliðum felagsins.

Nøkur ár eru liðin síðani Hans sjálvur á framúrskarandi hátt vardi Kyndlamálið.

Nevndin fegnast við hesum um, at Hans aftur vil stríðast fyri grønu litirnar og geva sítt íkast til felagið.

Vit ynskja Hans bestu eydnu við nýggju og spennandi avbjóðingini - Framtíðin er grøn!

Aftur