15-06-2021 |

Petur Sigurd Rasmussen

1933-2021

Aftur ein av undangongumonnunum í Kyndli, Petur Sigurd, er farin um sýn, 87 ára gamal. Hann varð jarðaður úr Hoyvíkar kirkju leygardagin 12. juni, og hann er grivin í kirkjugarðinum í Hoyvík.

Hann var havnarmaður, føddur og uppvaksin í Havn sonur Peter F. Rasmussen, Petur hjá Stinu, og Thomasiu Hentze av Sandi. Tók realprógv úr Færøernes Mellem- og Realskole og fór á læraraskúla í Havn miðskeiðis í fimmtiárunum.

Petur Sigurd gjørdist lærari í 1958 og var fyrstu trý árini lærari í Fuglafirði, har hann eisini fann sær konuna Lenu, sum trúliga hevur fylgt honum øll árini. Saman fingu tey tríggjar døtur, Turið og tvíburarnar Unn og Eyð.

Í 1961 fluttu tey til Havnar, har ið Petur Sigurd fekk starv í Kommunuskúlanum. Varaskúlastjóri gjørdist hann í 1967 og sat í hesum starvi til hann gavst sum lærari í 1997. Nøkur av hesum árunum undirvísti hann eisini í ítrótti í studentaskúlanum í Hoydølum og í læraraskúlanum.

Petur Sigurd var eisini eitt skifti nevndarlimur í Føroya lærarafelag.

Ein stóran part av lívinum fekst Petur Sigurd nógv við ítrótt, mest hondbólt og fótbólt. Meðan hann gekk í læraraskúla var hann í 1956 í praktik í Sandavági, og tað árið gjørdist hann føroyameistari í hondbólti við sandavágsingum. Men áðrenn tað hevði hann longu í 1953 sum 19 ára gamal vunnið FM heitið við Neistanum. Dystirnir vóru ikki so nógvir tey árini, men av teimum 22 málunum, ið Neistin fekk hetta árið, gjørdi Petur Sigurð tey 16.

Aðrir spælarar við tilknýti til losjuna í Havn vóru eisini virknir í hondbólti í Neistanum, m.a. Tórbjørn Mikkelsen, sum saman við Petur Sigurdi var mettur at vera besti hondbóltspælari í landinum tá. Spenningurin var tí stórur, hvussu fór at verða við teimum báðum, tá ið Kyndil varð stovnað í 1956.

Tá ið so Kyndil longu í 1957 valdi at tekna liðið til bestu deildina, vóru bæði Petur Sigurd og Tobbi á liðnum, sum beinanvegin gjørdi bart og vann FM heitið á hvørjum ári fram til 1968, tá ið VÍF fór avstað við tí.

Í 50-unum og væl inn í sekstiárini var Petur Sigurd somuleiðis málmaður á besta liðnum hjá HB, og sum slíkur vardi hann eisini málið á føroyska fótbóltslandsliðnum í 1961, 62, 63 og 64 móti Hetlandi og Íslandi B.

Á besta hondbóltsliðnum hjá Kyndli gjørdi hann vart við seg í nógv ár. Her var hann fastur maður frá 1957 til hann sum 38 ára gamal gavst í 1973. Tá hevði hann spælt í bestu deildini í 20 ár. Eftir tað spældi hann tó eisini dystir í 2. og 3. deild. Landskappingardystirnir vóru ikki so nógvir, men taka vit dystir í steypakappingini og venjingardystir við, so spældi Petur Sigurd íalt 350 dystir og skoraði 1045 mál.

Í bókini Bjartur lýsir kyndilslogin sigur Suni Merkisstein m.a. um dygdir hansara : Ein av  bestu spælarum Kyndils tey fyrstu árini. Petur Sigurd var kvikur, hevði góðan teknikk, og gott eyga fyri spælinum. Hann var tann natúrligi leiðarin á vøllinum. Hann var íðin málskjútti, tó at hann ikki hevði tey øgiligastu skotini, men dugdi væl at ætla um nær, hvar og hvussu, ið skjótast skuldi. Var somuleiðis góður í verjuni.

Eitt skifti var hann nevndarlimur og eisini formaður felagsins.

Petur Sigurd var eisini við á fyrsta hondbóltslandsliðnum, sum spældi móti Íslandi á asfaltvøllinum í Gundadali í 1964. Hann fekk tríggjar landsdystir aftrat tí, harav tann seinasta sum næstan 37 ára gamal í 1970.

Hóast Petur Sigurð gavst sum hondbóltspælari, so var hondbóltur framvegis ein partur av hansara lívi í mong ár eftir tað.

Til jarðarferðina vóru nakrir vestmenningar, sum við gleði mintust kappingina í 1975, tá ið VÍF streyk avstað við meistaraheitinum við Petur Sigurdi sum venjara. Hann var venjari í Vestmanna í nøkur ár. Hann var eisini venjari hjá Kyndli í nøkur ár, og manslandsliðið vandi hann til C-HM kappingina í Sveis í 1978 og aftur til somu kapping, sum var í Føroyum í februar 1980.

Tá ið hann flutti niðan til Hoyvíkar at búgva festi hann røtur í H71 og var venjari hjá yngri liðum har í fleiri ár.

Vit minnast Petur Sigurd við takksemi.

Aftur