23-06-2021
|
AÐALFUNDUR Í KYNDLI HÓSDAGIN TANN 8. JULI 2021
Kallað verður inn til aðalfund í Kyndli hósdagin 8. juli 2021 kl. 17.00 í Kyndlarúminum (Gundadalshøllin).
Skráin verður sambært viðtøkum felagsins
Harumframt ynskir nevndin heimild frá aðalfundinum at selja Gundadalshøllina, Gundadalur, matr.nr. 1292g Tórshavn til Tórshavnar kommunu. Ein møgulig søla er treyta av, at hinir lutaeigararnir í L/F F.K.N, sum er eitt lutafelag við lutaeigarunum Neistin, Kyndil og Fleyr, sum eigur og rekur Gundadalshøllina, eisini ynskja at selja høllina og at semja er millum lutaeigararnar undir hvørjum treytum høllin kann avhendast.
Møtið fjølment!
Nevndin
Aftur