01-09-2021 |

Tíðindaskriv

Fleyr, Kyndil og Neistin høvdu týskvøldið fráfaringarløtu í Gundadalshøllini, eftir at hallarvørðurin Fríði Gregoriussen gevst sum hallarvørður eftir trettan ár í starvinum.

Eftir at hava arbeitt í Plantasjuni í mong ár, heittu feløgini í 2007 á Fríða um gerast hallarvørður í Gundadalshøllini, eftir at Trygvi Askham sum sjeyti ára gamal gavst sum hallarvørður. Trygvi hevði tá fyrimyndarliga tikið sær av høllini í tíggju ár

Fólk sóu frá degi eitt í 2007, at stórur fongur var at fáa Fríða í Gundadalshøllina, tí Fríði er fyrikomandi, arbeiðssamur og fittur maður. At arbeiða sum hallarvørður í Gundadalshøllini er ikki átta til fýra arbeiði, men tú hevur mest sum ábyrgdina av høllini allar tímarnar í døgninum.

Vetrarhálvárið er nógv at gera, tá kappingar fara fram, meðan summarhálvárið kann hallarvørðurin taka sær meira av løttum.

Fleyr, Kyndil og Neistin bygdu sær Gundadalshøllina í 1984, og høllin er í góðum standa innan men krevur ábøtur uttan. Høllin verður bara brúkt til ítrótt til tess at verja gólvið. Tað var tann tíð, at bilframsýningar, dansur og onnur tiltøk vóru í høllini, sum fór illa við serliga gólvinum.

Fleyr, Kyndil og Neistin takka Fríða fyri fyrimyndarligt arbeiði í høllini síðani 2007.

Torført er at spáa um framtíðina, og kanska fer Tórshavnar kommuna í næstum at yvirtaka Gundadalshøllina, tí kommunan eigur jú allar fótbóltsvallir, ítróttahallir og aðrar hallir í býnum.

Aftur