03-10-2021
|
Limadagur mikudagin 6. oktober
Limadagurin verður mikudagin komandi 6. okt. kl. 17.00 – 18.30 í skúlanum á Fløtum.
Skráin:
• 17.00-18.30 Ymiskar statiónir og felags spøl fyri børnini í høllini.
• 17.15-18.00 Eli Thorsteinsson, formaður greiðir frá bygnaðinum í felagnum.
Maj-Britt Hellisdal, forkvinna í ungdómsnevndini greiðir frá ungdómsnevndini og uppgávum tess.
Birgir Hansen, høvuðsungómsvenjari greiðir m.a. frá hansara uppgávum, venjingar- og dystarmentan í felagnum.
Eftir hetta verða foreldrafundir í skúlastovunum á 1. hædd í ymisku árgangunum.
Sport 24 pop up verður eisini á degnum, so høvi verður m.a. at ogna sær kyndlabúnan og onnur kyndlaklæðir.
Limagjald kann gjaldast við kontant ella við korti á degnum.
Øll sum hava goldið ella gjalda á degnum fáa limablusu.
Um goldið er umvegis netbanka, skal kvittan vísast fyri at fáa limablusu.
Í matarsalinum verður kaka og saft, te og kaffi til øll.
Limaskráseting og gjald ber til at avgreiða her: https://forms.gle/EatSCZ6n22zo2hgQ7
Aftur