07-02-2022 |

TIL MINNIS UM DÁNJAL SAMUELSEN

Dagarnir í høllini á Hálsi verða aldrin teir somu aftur, nú góði vinur og samstarvsfelagi okkara, Dánjal Samuelsen, er farin.

Í 20 ár høvdu vit í Kyndli tætt samband við Dánjal, ið byrjaði sum húsavørður í høllini og seinni fekk ábyrgdina av flestu hallum og vøllum í kommununi.

Serstakliga lætt var at samstarva við Dánjal. Hann var blíður, fryntligur og stuttligur av lyndi, og hóast trupult mangan var at ganga ynskjunum hjá ymsu feløgunum á møti, fann hann altíð loysnir.

Arbeiðssamur og røkin var Dánjal sum fáur, og hann vísti okkum stórt álit, tá vit skuldu hava tiltøk í høllini ella kantinuni. Hann leit á, at vit fóru væl um og ruddaðu upp eftir okkum.

Eina ferð var ikki nóg væl tikið upp, og tá læt hann okkum avgjørdur vita, at øll máttu arbeiða í felag, skuldu hallirnar røkjast væl. Mistakið varð ikki endurtikið.

Øll ítróttarfólk í Havn kendu Dánjal. Hann tosaði við stór sum smá, og hevði hann stundir, segði hann eina góða, áðrenn hann smílandi fór víðari til næsta gerning.

Feløgini eru sosialir felagsskapir, sum allatíðina koma í samband við hvønn annan í hallunum. Dánjal var miðdepil í sosiala felagsskapinum hjá okkum øllum, og sera stórur saknur verður tí í honum.

Tá kvinnur okkara spældu ímóti Stjørnuni sunnukvøldið, átti Dánjal at staðið í syðra hallarhorninum og prátað, sum hann plagdi. Í staðin tagdu øll í ein minutt fyri dystarbyrjan at minnast hann.

Sorgblíð var løtan, men eisini vøkur, tí í øllum hjørtum fór ein innilig takkarkvøða til mannin, sum gjørdi eitt so risastórt arbeiði fyri ítróttarlívið í Tórshavnar kommunu.

Vit í Kyndli drýpa høvur í sorg, nú Dánjal er farin, og hava djúpastu samkenslu við tykkum, sum hava mist ein kæran mann, pápa og abba.

Alt ov tíðliga mátti tú fara, góði Dánjal, men ongantíð gloyma vit teg.

Hvíl í friði, kæri vinur og samstarvsfelagi!

Vit í Kyndli

Aftur