10-06-2022 |

AÐALFUNDUR Í KYNDLI TANN 9. JUNI 2022

Aðalfundurin bleiv hildin sambært viðtøkum felagsins og í hølum felagsins í Gundadalshøllini.

Í síni formansfrágreiðing tók formaðurin stutt saman um árið og viðmerkti m.a. fylgjandi:

• at koronafarsóttin hevði havt stóra ávirkan á felagið seinast árið,

• at felagið á fyrsta sinnið skipaði fyri einum hondbóltsskúla í august 2021,

• at felagið skipaði fyri einum væleydnaðum limadegi í oktober 2021 úti á Skúlanum á Fløtum,

• at felagið saman við hinum báðum eigarunum av lutafelagnum L/F F.K.N., Fleyr og Neistanum, í oktober 2021 valdi at selja Gundadalshøllina til Tórshavnar kommunu,

• at felagið eftir drúgvar samráðingar við Sport24 í Havn í apríl 2022 valdi at gera 4-ára sáttmála við Sport24 og Select um veitan av allar útgerð, undir hesum klæðir, venjingarútgerð osv. Nevndin fegnast um avtaluna og metur talan vera um eina sera góða avtalu fyri felagið.

Harumframt gjøgnumgekk formaðurin gongdina hjá besta mans- og kvinnuliði felagsins umframt at gongdin í ungdómsdeildunum eisini bleiv gjøgnumgingin.

Formaðurin endaði við vegna nevndina at takka øllum sum á einhvønn hátt gera eitt sjálvboðið arbeiðið fyri felagið, bæði í tí dagliga og til ymisk tiltøk. Ongin nevndur, ongin gloymdur.

Formaðurin boðaði harumframt frá, at hann ikki tók við afturvali til nevndina og takkaði hann tí eisini hinum nevndarlimunum og øðrum hjálparfólki annars fyri tað góða samstarv sum hevur verið og ynskti felagnum og komandi nevnd blíðan byr og allarbestu eydnu í komandi tíðum.

Nevndin í Kyndli sær eftir aðalfundin soleiðis út:

• Eyðun Mortensen

• Salua Manai

• Maibritt Johannessen

• Kristoffur Kristoffersen

• Elin K. Jacobsen

Nevndin skipar seg sjálv á einum komandi nevndarfundi.

Aftur