12-06-2022 |

Kvinnurnar hjá kyndli fáa íslendskan venjara

Jakob Lárusson er ein royndur venjari hóast sín unga aldur. Jakob hevur verið hondbóltsvenjari í Íslandi seinastu 17 árini. Hann hevur bæði vant ungdóm og vaksin, og bæði við góðum úrslitum.

Jakob er ein venjari, sum er kendur fyri at arbeiða hart og nógv individuelt við leikarum, og sum eyðsæð gerast betri undir hansara leiðslu.

Jakob hevur verið venjari í Valur, FH og ÍR tey seinastu árini.
Í kappingarárinum 2019/20 vann Jakob fyrstu división við FH, og eyðnaðist tað at fáa tær at rykkja upp í Olis deildinafyri kvinnur árið eftir.

Jakob sigur soleiðis um at koma at venja kvinnurnar hjá Kyndli:
“I'm very glad that I and Kyndill have reached an agreement.
Things have gone very fast and well. I really appreciate team Kyndill and I am looking forward to a good and happy relationship with the team.
Kyndill is a strong team, with some young players mixed with older and more experienced ones.
I really want to help Kyndill to stay in the fight at the top in the coming season.

Aftur