12-04-2023 |

Kyndilsmenn styrkja um hópin

Kyndil styrkir um manshópin til komandi kappingarár.

22 ára gamli Tobias Thisen og 24 ára gamli Kristian Jeppsen hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. Teir báðir hava undanfarna kappingarár leikt við Viking úr Bornholm.

Kyndil ætlar at spæla við í oddinum komandi kappingarár, og hetta er fyrsti liður í at styrkja um hópin.

Arbeitt verður við at styrkja um hópin við fleiri leikarum.

Venjaratoymið er við at vera upp á pláss til komandi kappingarár, og verður hetta kunngjørt í næstum.

Aftur